top of page
Catring-1920x1080-02.jpg

Djurhuus Catering

Djurhuus catering hevur fleiri ára royndir, veitir tænastu um alt landið og hevur sera roynd fólk handan veitingina. Til ber at samanseta frá matskránni júst tað ein ynskir, nær og hvar tað skal leverast. Alt frá søtum til salt, frá beiskum til súrt.   

 

Martin Nielsen hevur hjálpt til og starvast hjá Djurhuus catering síðan hann var 15 ár og hevur hann tí drúgvar royndir. Hann hevur verið í læru sum kokkur á Hotel Føroyum og hevur síðan tá starvast í matstovuvinnuni.  

 

Tóki Nolsøe er ein av stovnarunum av Geisa og Angus. Hann hevur fingist við matgerð, síðan hann sum heilt ungur fór at hjálpa til hjá Djurhuus Catering og fór sum 17 ára gamal at hjálpa til á Carello. Tóki rekur nú Haps og Bowl, har hann javnan er partur av køkstoyminum. 

 

Rúni Djurhuus er útbúgvin kokkur. Hann hevur drúgvar royndir við matgerð og er ógvuliga royndur í matstovuvinnuni. Hann byrjaði sína yrkisleið innan matgerð í 1999, tá hann fór á læru á Hafnia, varð útlærdur í 2003 og hevur tí 20 ára royndir sum kokkur. Hansara hjartamál er góður matur og ynskir hann altíð at veita bestu tænastu og væl smakkandi mat.   

bottom of page